Trok.fo - Hondbóltur og annað átrokandi

Podvarp frá Trok.fo

Listen on:

  • Apple Podcasts
  • Podbean App
  • Spotify
  • Amazon Music

Episodes

Sunday Dec 15, 2024

Bára Krossteig Hansen trokaði seg framat at práta um EM-endaspælið.
 
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Bára er serfrøðingur til eitt endaspæl, men hetta er fyrstu ferð at hon viðgerð endaspælið úr føroyskum sjónarhornið.
 
Og líkt er til at heitt verður á hana aftur næsta ár, tí at enda í poddinum verður hugt aftur á ein serligan dyst niðri í Sveis fyri seks árum síðani.
Tá basti Føroyar Litava - Ella tað er nakað hóvliga tikið til.
Rættari sagt, so hølvaði Føroyar Litava av.
 
Takk fyri í ár - Vit gleða okkum til aprílæ 2025 - og hava longu eyguni á HM-endaspælið, desember 2025

Tuesday Dec 03, 2024

EM-trok #3: Frøin og arganin eftir Bragdið í Basel
03-12-2024
Føroyska kvinnulandsliðið hevði leitað eftir einum úrsliti ímóti einum av teimum stóru í nógv ár. Tað eydnaðist við 17-17 og fyrsta EM-stiginum nakrantíð hjá kvinnulandsliðnum.
Millum áskoðararnar var Maria Halsdóttir Weyhe, sum hevur verið partur av ferðini at flyta kvinnuhondbólt upp á hendan pallin. Maria hevur trokað vanliga viðvertin til viks - so at hon kann greiða Sjúrði frá, hvussu nógv hetta hevði at siga fyri føroyskan kvinnuhondbólt.
Og um Sjúrður ikki tá er sannførdur, hjálpa landsliðsleikararnir Annika Fríðheim Petersen, Súna Krossteig Hansen, Jana Mittún og Brynja Høj
Men í øllum hesum argar tankin um at Føroyar kundu vunnið dystin - eins og fyrsta dystin. Rætt og slætt kenslan av at hetta føroyska liðið hevði uppiborið at frøtt seg um uppaftur størri úrslit. Ein argan.
Tað ber enn til. Ein sigur ímóti Danmark skuldi givið møguleikan at spælt seg víðari.Tað skuldi ljóðað sum ein ørur dreymur. Men tað hevði tað eisini gjørt, um tú fyri júst fýra á

Sunday Dec 01, 2024

Kringvarpið og Kvinnulandsliðið hava kveikt poddarhugin hjá  Trokbrøðrunum, sum eftir ein longri steðg, hava sett sær fyri at máta átrokandi hondbóltsfepurin í Basel.
Til tess hava vit hitt Biritu Wardum og Katrina Dam á Neystabø - Tær seta orð á hvussu tær sóu dystin ímóti Sveis úr føroyska sjónarhorninum. 
Harafturat hitta vit Mariu Pálsdóttir Nólsoy og Simon Olsen, sum greiða frá sínum áskoðanum á dystin ímóti Kroatia
Og sum altíð:
Dagsins leikarar, dagsins detalja og annað átrokandi

EM Trok 1: Vit kenna Sveis væl

Saturday Nov 30, 2024

Saturday Nov 30, 2024


Vónríku viðmerkjararnir, Sjúrður og Ingi práta um óveruliga veruleikan at enn einaferð skula síggja føroyskt landslið bjóða av í EM-endaspælinum
Harafturat hoyra vit frá tíðindafundinum hjá Claus Mogensen, landsliðsvenjara, og práta við Turið Arge Samuelsen, sum spældi ímóti Sveis í 2018, Maritu Mortensen og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, sum spældu ímóti Sveis í 2021, og so Pernille Brandenborg, sum spældi báðar hesar dystirnar. Føroyski liðskiparin spælir eisini saman við sveisiska stórtalentinum, strikuspælaranum Tabea Schmid, í gerandisdegnum.Jú vit kenna Sveis væl og hava fylgst við teimum niðan á hendan pallin.
 
Poddurin er upptikin hósdagin 28. november. Dagin fyri dystin, Føroyar - Sveis

Trok 76 - Ársins Trok 2024

Thursday May 23, 2024

Thursday May 23, 2024

Seinasti partur av Trok fyri kappingarárið 2023/24 er her! Hugsar tú eisini hvør dystur var kulast, hvør hevur ment seg mest sum leikari, hvør ársins veteranur er? So fært tú svarið her. Vit seta eisini okkara ársins lið, ársins keyp, ársins finurliga leikara, og at enda við ársins WTF løtu í Burn, SMS og Faxe Kondi kappingini fyri í ár.

Sunday May 12, 2024

"Her følir mann ein positivitet í høllini og tað verður stuðlað og tað er við kærleika, men so tá vit koma oman har sunnudagin, tá verður hatur, tað verður eldur, tað verður kríggj. So vit hava brúk fyri teimum sjey málunum", segði Hákun West av Teigum eftir sigurin.
Tað var tó ikki hatrið, sum fylti í tonkunum hjá leikarunum, sum komu í tokutrupulleikar í Føroyum.
Meðan bíðað var, tosaðu vit við Vilhelm Poulsen, sum mitt í øllum rokanum kundi staðfesta leysasøgurnar um at hann skal eitt øgiligt stig upp í Bundesliguna.
Tá ið landsliðið endaliga slapp á flog fingu vit stutt orðið á Trónd Mikkelsen og Pætur Mikkjalsson - Áðrenn vit rundaðu av við hjálparvenjaranum Julian Johansen á dystardegnum sjálvum

Sunday May 05, 2024

Yvirskriftir hesa ferð: Kyndil er føroyameistari, hóast STÍF gjørdi okkara greining fyri skommum
H71 er meistari fyri triðju ferð á rað - kollfirðingar kláraðu ikki meiri í fjórða finaludystinum
- Barnagarðurin vann á eldasambýlinum 
Føroyskt Final Four x2 
Enn ein føroyingur í Bundesliguna

Trok 74 - Sorl og spenningur

Monday Apr 29, 2024

Monday Apr 29, 2024

Gev okkum meria av hesum! Tað er niðurstøðan eftir enn eina spennandi finalu ímillum H71 og KÍF. Agnar skilti hvi at vit høvdu kallað teir eldrasambýlið, men tað vóru tveir u18 leikarar sum sendu KÍF í longda leiktíð ímóti H71, við góðari hjálp frá eldri kreftum. Kyndil spælir so at siga ímóti sær sjálvum, og tað gera tær ógvuliga væl. Tær lótu ongan stúra fyri at tær ikki verða føroyameistarar.
Yvirskriftirnar hesa ferð:
Blóðugur bardagi hjá monnum
Sorl hjá kvinnunum
Spurningar frá lurtarum
Spennandi evropeisk vika farin, og fyri framman

Thursday Apr 25, 2024

Tað er 1-1 millum H71 og KÍF í FM-finalunum, og tað krevur eina samanumtøku. Vit hildu tað var avgjørt, men Milenko Jelic Jelkan í KÍF málinum vildi tað ørðvísi.

Tuesday Apr 23, 2024

Fyrsta FM finalan er longu avgreidd, og nógv er hent síðan vit trokaðu seinast. Vit tosa um Kyndil, sum ikki steðgar, H71 við teirra ungu rutinu, og endaspælsleistin sum gevur okkum nógvar feitar dystir.

Image

Title

This is the description area. You can write an introduction or add anything you want to tell your audience. This can help listeners better understand your podcast.

Copyright 2021 All rights reserved.

Podcast Powered By Podbean

Version: 20241125