
Sunday Jan 16, 2022
Dystarendin Føroyar-Lettland 26-19 (17-10)og samanumtøka
Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann og Andrias Eriksen viðmerkjara siga frá seinastu løtuni av minniliga HM undankappingardystinum í høllini á Hálsi millum Føroyar og Lettland, ið Føroyar vunnu 26-19 (17-10). Hoyr rómin aftaná dystarendan, og hoyr Sjúrð og Andrias taka samanum eitt minniligt hondbóltsvikuskiftið.
Her skal skjótt sigast at vit fóru skeivir í frásøgnini. Í ovfarakæti høvdu vit blandað kappingarskipanina saman, og tí skal síggjast burtur frá hesum. Næst á skránni er eitt av teimum 16 londunum, sum enda frá 16. til 24. pláss í EM-endaspælinum, sum verður leikt júst nú.
Comments (0)
To leave or reply to comments, please download free Podbean or
No Comments
To leave or reply to comments,
please download free Podbean App.