
Sunday Jan 07, 2024
EM-TROK 1: Høvdið sigur eitt - Hjartað sigur eitt annað
EM-hýrurin trokar seg alsamt meira á eftir fyrsta venjingardystin ímóti Belgia.
Andrias og Djóni eru komnir á vitjan, har teir saman við Sjúrði royna at fáa greiðu á átrokandi EM-hýrinum.
Báðir eru teir sera vanir at hyggja at EM-endaspølum og vit spyrja hvat verður øðrvísi hesaferð (Hint: Tað byrjar við F og endar við øroyar)
Í felag metir panelið um EM-endaspælið, har Sjúrður trokar serfrøðingarnar inn í eina ónda støðu, tá ið hann krevur teir at svara við høvdinum heldur enn hjartanum.
Vit spæla við á Holdet.dk og seta millum annað ein kassa av Faxe Kondi upp á spæl.
Og yvirhøvur gleða vit okkum bara til átrokandi føroysku innrásina í Berlin.
Comments (0)
To leave or reply to comments, please download free Podbean or
No Comments
To leave or reply to comments,
please download free Podbean App.