
Tuesday Feb 08, 2022
Trokpoddur 12: (Tvær) Fantastiskar Faxe Kondi-hálvfinalur, feitar føroyskar flytingar (út, heim og longri úti) og favorittar
Hetta var ein góður Poddur! Helgi og Sjúrður høvdu eisini valt at gera eina stóra broyting til tólvta trokpoddin:
Hesaferð høvdu Hildarsynirnir hugt eftir dystunum, sum teir skuldu umrøða og høvdu fleiri eygleiðingar enn gitingar fyri einaferðs skyld!
Vit taka ígjøgnum allar fýra hálvfinalurnar í Faxe Kondi Steypakappingini, gera okkum ópopulerar í Hoyvík (Og Klaksvík, Havn og alla aðrastaðni) við at tosa erligt um favorittarnar, og taka - eins og vit plagdu - ígjøgnum tey stóru einstaklingaavrikini vit vóru vitni til um vikuskiftið.
Vit umrøða transferbumbuna hjá Anniku Fríðheim Petersen, og meta hana upp ímóti teimum størstu føroysku flytingunum annars.
Í Føroyum styrkir H71 seg við útisetum, sum vónandi einamest ætla sær heim at venda. Vit spekulera um hvat hetta hevur og fær at siga.
Og sum altíð (fyrr): Vikunnar leikarar og útisetar.
Comments (0)
To leave or reply to comments, please download free Podbean or
No Comments
To leave or reply to comments,
please download free Podbean App.