Episodes

Saturday Feb 19, 2022
Saturday Feb 19, 2022
Neistin-H71 12-28 (5-13) Faxe Kondi Finala. Hoyr dystarendan, samanumtøku hjá Teiti Joensen og samrøður Sjúrður H. Hoydal, reportari hjá FM1 gjørdi við Ára Dam, Pætur Thomsen, Paula Jacobsen og Peter Krogh hjá H71. Hoyr steypahandanina til H71, og hoyr samrøðu við Finnur Hansson hjá Neistanum

Saturday Feb 19, 2022
Saturday Feb 19, 2022
Neistin-H71 12-28 (5-13) Faxe Kondi Finala. Hoyr upptaktina og alla frásøgnina á FM1 hjá Sjúrði H. Hoydal, frásøgumanni og Teiti Joensen, viðmerkjara. Tøkningur: Heri Simonsen

Sunday Feb 13, 2022
Sunday Feb 13, 2022
Stjørnan-Kyndil 26-26 (11-12), 2. hálvfinalan Faxe Kondi. Hoyr dystarendan og samrøðurnar frásøgumaðurin, Tróndur Arge gjørdi við toppskjúttan hjá Kyndli, Báru K. Hansen og við Kára Horn, venjara hjá Stjørnuni.

Sunday Feb 13, 2022
Sunday Feb 13, 2022
Stjørnan-Kyndil 26-26 (11-12), 2. hálvfinalan Faxe Kondi, øll frásøgnin. Tróndur Arge segði frá dystinum á FM1. Heri Simonsen var tøkningur. Kyndil vann samanlagt 49-48.

Saturday Feb 12, 2022
Saturday Feb 12, 2022
KÍF-Neistin 26-27 (13-11) 2. hálvfinalan - ALLUR dysturin. Frásøgumaður: Sjúrður H. Hoydal. Tøkningur: Heri Simonsen. Neistin vann samlaðu uppgerðina 52-52 uppá fleiri mál á útivølli.

Saturday Feb 12, 2022
Saturday Feb 12, 2022
Hoyr frá FM1 og trok.fo: Sjúrður H. Hoydal sigur frá dramatiska dystarendanum KÍF-Neistin 26-27 (13-11) - samanlagt 52-52, Neistin víðari við fleiri útivallarmálum, og hoyr samrøðurnar hann hevði við Ása Dam hjá KÍF og Trónd J. Kragesteen hjá Neistanum, ið segði seg aldrin hava upplivað nakað slíkt áður í einari steypahálvfinalu.

Wednesday Feb 09, 2022
Wednesday Feb 09, 2022
H71-Neistin, 23-24 (10-12) 2. hálvfinala Faxe Kondi kvinnur, allur dysturin. Frásøgumaður: Sjúrður H. Hoydal. Tøkningur: Heri Simonsen.

Wednesday Feb 09, 2022
Wednesday Feb 09, 2022
H71-Neistin, 23-24 (10-12) 2. hálvfinala Faxe Kondi kvinnur. Samrøður við Mariu H. Weyhe, H71 og Mariu P. Nólsoy, Neistin. Fremst hoyra vit dystarendan og eina stutta samanumtøka. Sjúrður H. Hoydal segði frá og gjørdi samrøðurnar.

Tuesday Feb 08, 2022
Tuesday Feb 08, 2022
Hetta var ein góður Poddur! Helgi og Sjúrður høvdu eisini valt at gera eina stóra broyting til tólvta trokpoddin:
Hesaferð høvdu Hildarsynirnir hugt eftir dystunum, sum teir skuldu umrøða og høvdu fleiri eygleiðingar enn gitingar fyri einaferðs skyld!
Vit taka ígjøgnum allar fýra hálvfinalurnar í Faxe Kondi Steypakappingini, gera okkum ópopulerar í Hoyvík (Og Klaksvík, Havn og alla aðrastaðni) við at tosa erligt um favorittarnar, og taka - eins og vit plagdu - ígjøgnum tey stóru einstaklingaavrikini vit vóru vitni til um vikuskiftið.
Vit umrøða transferbumbuna hjá Anniku Fríðheim Petersen, og meta hana upp ímóti teimum størstu føroysku flytingunum annars.
Í Føroyum styrkir H71 seg við útisetum, sum vónandi einamest ætla sær heim at venda. Vit spekulera um hvat hetta hevur og fær at siga.
Og sum altíð (fyrr): Vikunnar leikarar og útisetar.

Sunday Feb 06, 2022
Sunday Feb 06, 2022
Kyndil-Stjørnan 23-22 (10-10) 1. Hálvfinalan Faxe Kondi. Hoyr dystarendan. Sjúrður H. Hoydal segði frá og Jórun Ludvig var viðmerkjari. Hoyr samrøður við Tóru Eliassen hjá Stjørnuni og Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli.

Title
This is the description area. You can write an introduction or add anything you want to tell your audience. This can help listeners better understand your podcast.