Episodes

Tuesday Jan 25, 2022
Tuesday Jan 25, 2022
Ársins steypakapping er byrjað, og annar av mansbólkunum er næstan avgjørdur. Vit hava stórar vónir til dystin ímillum VÍF og StÍF hjá monnum - men Sjúrður fær ikki farið í høllina
Tí fer nógv av tíðini við EM - Sum eisini er púra oyðilagt av korona.

Sunday Jan 16, 2022
Sunday Jan 16, 2022
Hoyr upptaktina, frásøgnina og samanumtøkuna hjá Sjúrði H. Hoydal og Andriasi Eriksen av minniliga HM-undankappingardystinum Føroyar-Lettland 26-19 (17-10). Tøkningur: Heri Simonsen.

Sunday Jan 16, 2022
Sunday Jan 16, 2022
Hoyr samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi aftaná søguliga og minniliga 26-19 sigurin hjá Føroyum á Lettlandi í høllini á Hálsi, ið sendir okkum víðari í HM-undankappingini. Sjúrður prátaði við Róa Berg Hansen, Teis Horn Rasmussen, Jónas Gunnarsson Djurhuus, Peter Bredsdorff Larsen, venjara og liðskiparan, Helga H. Hoydal.

Sunday Jan 16, 2022
Sunday Jan 16, 2022
Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann og Andrias Eriksen viðmerkjara siga frá seinastu løtuni av minniliga HM undankappingardystinum í høllini á Hálsi millum Føroyar og Lettland, ið Føroyar vunnu 26-19 (17-10). Hoyr rómin aftaná dystarendan, og hoyr Sjúrð og Andrias taka samanum eitt minniligt hondbóltsvikuskiftið.
Her skal skjótt sigast at vit fóru skeivir í frásøgnini. Í ovfarakæti høvdu vit blandað kappingarskipanina saman, og tí skal síggjast burtur frá hesum. Næst á skránni er eitt av teimum 16 londunum, sum enda frá 16. til 24. pláss í EM-endaspælinum, sum verður leikt júst nú.
Sjúrður Hildarson Hoydal frá trok.fo tekur fulla ábyrgd fyri mistakið.

Sunday Jan 16, 2022
Sunday Jan 16, 2022
Soleiðis ljóðaði tað, tá ið Sjúrður og Andrias søgdu frá seinastu løtunum av HM-sigrinum á Italia og eftir einari løtu í ovfarakæti tóku saman um dystin

Saturday Jan 15, 2022
Saturday Jan 15, 2022
Hoyr alla upptaktina, frásøgnina og samanumtøkuna hjá Sjúrði H. Hoydal, frásøgumanni og Andriasi Eriksen, viðmerkjara aftaná fyrsta sigurin í A-landsliðshøpi á Italia nakrantíð, 27-26 (11-13) í høllini á Hálsi í HM-undanundankappingini í høllini á Hálsi í Havn. Tøkningur: Heri Simonsen.

Saturday Jan 15, 2022
Saturday Jan 15, 2022
Hoyr Kjartan Johansen, Paula Mittún, Hákun West av Teigum, Tróndur Mikkelsen, Paula Jacobsen og Peter Krogh stórfegnast um fyrsta føroyska A-landsliðssigurin nakrantíð á Italia. 27-26 (11-13) sigurin heldur lív í HM-vón okkara aftaná ræðuliga tapið fyri Luksemborg ígjár

Saturday Jan 15, 2022
Saturday Jan 15, 2022
Hoyr stutta samrøðu hjá Sjúrði við varaforsetan í italska hondbóltssambandinum.

Saturday Jan 15, 2022
Saturday Jan 15, 2022
Soleiðis ljóðaði tað, tá ið Sjúrður og Andrias søgdu frá seinastu løtunum av Evropa Cup dystinum ímillum H71 og Naisa Nis úr Serbia. H71 spældi seg í fjórðingsfinaluna í stóru EHF European Cup-kappingini.

Saturday Jan 15, 2022
Saturday Jan 15, 2022
Hoyr Mariu H. Weyhe, Inga Olsen, venjara og Janu Mittún, toppskjútti í dag seta orð á góða avrikið og glæsuligu søguskrivingina hjá H71-kvinnum við at vinna 30-26 (16-13) og samanlagt 69-64 á Naisa Nis úr Serbia.

Title
This is the description area. You can write an introduction or add anything you want to tell your audience. This can help listeners better understand your podcast.