Trok.fo - Hondbóltur og annað átrokandi

Podvarp frá Trok.fo

Listen on:

  • Apple Podcasts
  • Podbean App
  • Spotify
  • Amazon Music

Episodes

Tuesday Nov 23, 2021

Soleiðis greiddu Sjúrður og Andrias Eriksen frá málinum, sum Maria Halsdóttir Weyhe skoraði til 28-21 í fyrra dystinum ímóti Spono Eagles.
Trok.fo var ikki í iva um, at hetta var besta málið í Evropa hesa vikuna

Sunday Nov 21, 2021


Helgi og Sjúrður settust aftur til prát seint sunnukvøldið, til triðja partin av trokpoddinum.
Høvuðsevni var, sum vera mann, H71-kvinnur í Evropa, áðrenn Helgi - úr Stavanger - mátti greiða Sjúrði frá hvat var hent í Burn-deildini sunnudagin.
 
Hildarsynirnir prátaðu eisini um útisetar, og Sjúrður royndi av øllum alvi at kroysta Helga til at reypa. Fyrst um sigur í Norra - og síðani um at hava vunnið á einum av heimsins bestu leikarum sum 14 ára gamal.
Elias Ellefsen á Skipagøtu skuldi royna seg ímóti viðkomandi, sum spælir við besta liðnum í Evropa, mikudagin - men dysturin er útsettur.
 
Sum altíð var eisini mett um máttin á øllum liðum í landskappingini - Og vit eru í vanda fyri at blíva ein ordiligur H71-poddur.
Vit endaðu við at kjósa vikunnar bestu leikarar - umframt vikunnar detalju, og tóku fatur í einar tríggjar slíkar.

Sunday Nov 21, 2021

Øll frásøgnin av fyrra Evropa Cup-dystinum ímillum Spono Eagles og H71 í Hoyvíkshøllini , sum hon ljóðaði á FM1 sunnukvøldið 21.11.2021
Heri Simonsen var vertur og tøkningur. Andrias Eriksen var serfrøðingur og viðmerkjari. Sjúrður Hildarson Hoydal var frásøgufólk.

Sunday Nov 21, 2021

Saturday Nov 20, 2021

Øll frásøgnin av fyrra Evropa Cup-dystinum ímillum Spono Eagles og H71 í Hoyvíkshøllini , sum hon ljóðaði á FM1 leygarkvøldið 20.11.2021
Heri Simonsen var vertur og tøkningur. Andrias Eriksen var serfrøðingur og viðmerkjari. Sjúrður Hildarson Hoydal var frásøgufólk.

Saturday Nov 20, 2021

Sjúrður og Andrias Eriksen tóku saman um 36-26 sigurin hjá H71 á Spono Eagles í Evropa Cup.
Eftir dystin prátaði Sjúrður við Mariu Halsdóttir Weyhe og Inga Olsen

Friday Nov 19, 2021

Øll dystarfrásøgnin av Burn-deildardystinum ímillum Team Klaksvík og H71 sum hon ljóðaði á FM1 hóskvøldið 18.11.2021
 
Heri Simonsen var vertur og tøkningur. Sjúrður Hildarson Hoydal segði frá.

Tuesday Nov 16, 2021

Sjúrður og Helgi práta um hondbólt. Vit taka saman um dystir hjá útisetunum og hyggja at úrslitinum í SMS og Burn deildunum. 

Sunday Nov 14, 2021

Øll frásøgnin av BURN-dystinum ímillum Neistan og StÍF sum hon ljóðaði á FM1 14. november 2021
 
Heri Simonsen var tøkningur og vertur. Sjúrður Hildarson Hoydal var frásøgufólk.

Image

Title

This is the description area. You can write an introduction or add anything you want to tell your audience. This can help listeners better understand your podcast.

Copyright 2021 All rights reserved.

Podcast Powered By Podbean

Version: 20241125