Trok.fo - Hondbóltur og annað átrokandi
Podvarp frá Trok.fo
Listen on:
Episodes

Feb 5, 2024

Jan 29, 2024

Jan 28, 2024
Jan 28, 2024
1 hr 53 min
Sjúrður ringdi til Andrias og Agnar, meðan lutakastið til HM-undandystirnir fór fram

Jan 23, 2024
Jan 23, 2024
1 hr 11 min
Trokbrøðurnir eru komnir aftur úr Berlin og hyggja serliga eftir SMS-deildini

Jan 17, 2024
Jan 17, 2024
43 min
Seinasti EM-poddurin úr Berlin er ein róligur poddur, har Sjúrður Hildarson Hoydal og Djóni Gaard Joensen taka saman um - umframt at Leivur Mortensen, Teis Horn Rasmussen og Óli Mittún stutt seta orð á teirra EM.
Tað tykist so langt síðani at Sjúrður og Djóni tóku upphitingarpoddin upp í Føroyum fyri 10 døgum síðani. So ófatiliga nógv søga er skrivað - Søga, ið seinni má granskast úr størri fjarstøðu.Einasta niðurstøða, ið vit kunnu gera nú er hendan: Føroyingar lótu als einki liggja eftir í Berlin. Øll góvu sítt ítasta. Leikarar kýttu seg at kasta bóltarnar á rætta leið undir ovurstórum trýsti frá risastórari mótstøðu -Fjeppararnir kýttu seg, at stuðla leikarunum í hvørjum tvídysti - í hvørjari takkling og í hvørjum einasta tveitta bólti í Týsklandi.Einki lá eftir. Eingin takkling á vøllinum, eingin leysur bóltur og ongin rødd á nøkrum fjeppara.

Jan 14, 2024
Jan 14, 2024
1 hr 3 sec
EM-Trokið tekur saman um størstu løtuna í føroyskari ítrottarsøgu og størsta kvøldið í berlinskari ballingarsøgu sunnukvøldið, tá ið sensasjónin er sodnað nakað.Sjúrður hevði boðið Inga Olsen og summum av teimum áskoðarunum, ið hann stóð trokaður saman við í høllini, at koma at seta orð á dystin, kvøldið og náttina annars.
Vit hoyra: Tórmóð P. Djurhuus, Ova Lutzen, Dánjal Ragnarsson og Jóhannes Bjørgvin umframt Inga Olsen.

Jan 14, 2024

Jan 13, 2024
Jan 13, 2024
1 hr 9 min
Tróndur Kragesteen og Hjalti Mohr Jacobsen vitjaðu EM-studio í Berlin

Jan 11, 2024
Jan 11, 2024
1 hr 1 min
Trok.fo hevur fingið fólk úr kringvarpinum á vitjan - ella tað var í veruleikanum vit, sum vitjaðu tey.
Sjúrður tók eina meting av støðuni saman við Inga Olsen og Jógvani Skeel Nolsøe kvøldið fyri fyrsta føroyska EM-dystin

Jan 10, 2024
Jan 10, 2024
35 min
Trok.fo prátaði við seks landsliðsleikarar mikudag fyrrapart um EM, sum fer av bakkastokki hóskvøldið

Title
This is the description area. You can write an introduction or add anything you want to tell your audience. This can help listeners better understand your podcast.


